4.juni 2010

Tónleikur á Sylvapallinum

Rógvi Jacobsen spælir kl 21.

Dan Baldursson spælir kl 23.

Bussur til Haraldsund

Í samband við harmonikudansin í Haraldsundi í kvøld koyrir bussur frá farsstøðini kl 22 og aftur til Klaksvíkar eftir dansin.

---------

Tórshavnar manskór á Norðoyastevnu

Undan midnáttarsamkomuni í annakvøld syngur Tórshavnar manskór í Vágstúni - kl 23.00!

 

--------- 

 

Tíðindaskriv frá NFÍ!

Norðoyastevnan 2010 fyri børn og barnsligar sálir

er ein roynd hjá Norðoya Frítíðar- og Ítróttarráð at vekja størri ans fyri teimum eginleikum, vit menniskju hvør á sín hátt bera, og sum frítíðarfeløgini á ein virðiligan hátt virka fyri at menna. Tað er tí okkara vón at vit sum búgva her og eru vertir, vísa tað besta í okkum - barnið - og geva tí gætur, sum børn og ung í dag brúka stóran part av sínari frítíð til. Tí børn eru børn og tað verða vit við, tá vit lið um lið vísa hvørjum øðrum at vit gleðast um tað frítíðarfeløgini gera fyri okkara samfelag.

Við tiltøkum í ár har børn og ung og barnsligar sálir eru í miðdeplinum og har børn og ung og barnsligar sálir eru høvuðsmálbólkurin, er norðoyastevnan 2010 ein liður í at koma úr rundkoyringini og út á høvuðsvegin!

Um vit í felag gera møguligar, dreymar og ímyndir, fólk og frítíðarfeløg bera, til veruleika, tá gerst eisini norðoyastevnan eitt gott amboð, til at kjølfesta í børnum og ungum góð minni, sum hava vekjandi og lekjandi árin á lívsleið teirra.

Við hesum í huga ynskir Norðoya Frítíðar- og Ítróttarráð øllum norðoyingum og norðoyastevnugestum eina góða stevnu.

 

Seinastu tíðindi

Væl eydna Norðoyastevna

Væl eydna Norðoyastevna

Les meira

Norðoyastevnuskráin

Norðoyastevnuskráin

Les meira

Leinkjur